Kabinan til nýggja MR-skannaran verður bygd í tíðarskeiðnum frá viku 15 til 17
Tað verður hervið kunnað um, at tveir serfrøðingar frá Siemens eru komnir til landið, sum skulu standa fyri byggingini av MR-kabinuni. Í hesum sambandi eru tveir kontainarar komnir at standa uttan fyri høvuðsinngongdina til Klaksvíkar Sjúkrahús. Í teimum er alt tilfar, ið Siemens skal brúka til at byggja sjálva MR-kabinuna.
Hetta tíðarskeiðið verður merkt at nógvum aktiviteti, nógv arbeiðsfólk og nakað av larmi, umframt at tilfarið verður borið frá kontainara til nýggju MR-hølini.
Haldið okkum til góðar í hesum spennandi, men eisini forstýrandi arbeiði, siga tey frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi




