Tær báðar Jóhanna á Tjaldrafløtti & Elisabeth Akursmørk, ið seinnu árini hava staðið aftanfyri “bestsellararnum” Lætt & Leskiligt I og II geva nú út nýggja kaku- og dessertbók, Søtt & leskiligt við forvitnisligum og leskiligum uppskriftum.
Har fyrru bøkurnar royndu at vísa á heilsugóðan, men samstundis góðan og vælsmakkandi mat, sleppa vit nú í Søtt & leskiligum at njóta næstan uttan fyrilit. Tann søti bitin er partur av matmentanini hjá flestu fólkasløgum. Longu við móðurmjólkini fær menniskjan smakkin av tí søta, sum ímyndar tað trygga, góða og leskiliga. Tann søti bitin verður í okkara mentan nýttur, tá ið hátíðarhald eru, men verður eisini í alt størri mun nýttur sum leskibiti til hugnaløtur saman við vinum og kenningum.
Fyrimunurin við at gera sín egna leskibita er, at tú veitst akkurát, hvat tilfar er í, og hvussu hann er gjørdur. Tilvitanin um hetta hevur alt størri týdning í nútíðarsamfelagnum.
Jóhanna á Tjaldrafløtti og Elisabeth Akursmørk, sum báðar hava holla útbúgving og royndir innan føðslu, fara nú at vísa síni kynstur í søta lívinum við 84 søtum og leskiligum uppskriftum uppá m.a bakstur við gerdeiggi, smákøkum, skuffukøkum, rómakøkum, flógvum køkum og tertum, marsipani og annað gott. Harumframt eru hugskot til høgtíðir, barnaføðingardagar, spennandi jóla- konfekt og eisini uppskriftir upp á eitt nú cappuccino, ískaffi og væl smakkandi sjokukaffi.
Sum í undanfarnu bókum hava Jóhanna & Elisabeth lagt seg eftir at gera uppskriftir, sum eru lættar at fara undir, og úr tilfari, sum er algongt hjá teimum flestu.
Jóhanna á Tjadrafløtti & Elisabeth Akursmørk




