Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj leikskipan og fleiri nýggir leikarar

Jákup Ósá

(Porto) Venjingin í Porto í morgun gav ábendingar um, hvussu liðið fer at síggja út móti Portugal.

Leikskipanin verður 3-6-1/5-4-1 líknandi útfrá dagsins venjing. Venjingin gav ikki ábending um, hvør verður málverji, men har er upplagt, at Gunnar Nielsen heldur fram. Verjan verður mannað við Odmar Færø, Atla Gregersen og Rógva Baldvinsson. Vong bakkar vera Jónas Tór Næs og Viljormur Davidsen. Á sentrala miðvøllinum vera Róaldur Jakobsen og René S. Joensen, meðan kantar vera Sølvi Vatnhamar og Gilli R. Sørensen. Álopsleikari verður Jóan Símun Edmundsson. So vil tíðin vísa, um hetta eisini verður endaliga liðið.