Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj nevnd í AB

John William Joensen

Á ársaðalfundinum hjá AB mánakvøldið 3. februar 2014 vórðu nakrir nýggir nevndarllimir valdir. Elsa Sørensen og Erling Ellendersen stóðu ikki fyri vali og halda fram í nevndini.

 Á ársaðalfundinum hjá AB mánakvøldið 3. februar 2014 vórðu nakrir nýggir nevndarllimir valdir. 

Elsa Sørensen og Erling Ellendersen stóðu ikki fyri vali og halda fram í nevndini.

Formaðurin, Jens Michael Tróndheim og kassameistarin, Bárður Olsen, ynsktu ikki afturval, meðan Eyðun Dalsgarð tók við afturvali. Fleiri valevni bjóðaðu seg fram, og í nevndini blivu vald Eyðun Dalsgarð, Rannvá Skála og Doris V. Rasmussen.

Til tiltakslimir vóru valdir Maria Dalsgarð og Regin Dalsgarð.

Nevndin skipaði seg beint aftaná aðalfundin, og er nýggja starvsnevndin hjá AB nú henda: (aftast frá vinstru á myndini): Doris V. Rasmussen kassameistari, Elsa Sørensen nevndarlimur, Maria Dalsgarð tiltakslimur og Rannvá Skála skrivari. Fremst frá vinstru: Eyðun Dalsgarð næstformaður, Erling Ellendersen formaður og Regin Dalsgarð tiltakslimur.