Klaksvíkar Útróðrarfelag hevði aðalfund mikudagin 27. apríl. Formaður felagsins Sigmar Høgnesen ið hevði verið formaður, bar seg undan afturvali og Ólavur Ólason Poulsen varð valdur til formann.
Sambart lógum felagsins er tað aðalfundurin, ið velur formann og bleiv Ólavur Ólason Poulsen valdur til formann.
Síðani skuldu trýggir nevndarlimir veljast og blivu tað Jógvan Páll Steinberg, Hanus S. Hansen og Joan Magnus Petursson, ið komu í nevndina. Í nevndini eru eisini Óli karl Olsen,l eyðólvur Vang og martin Vágsheygg.
Ólavur Ó Poulsen sigur at nevndin ein av fyrstu døgunum fer at skipa seg. Sjálvur heldur hann at tað hevði verið áhugavert at skipa útróðrarfeløgini í Norðoyggjum í eitt felag soleiðis at Norðoyggjar og útróðurin stóð sterkari.
Sum formaður hevur hann annars ætlanir um, at felagið skal verða meira virkið og sjónligt. Her kunnu nevnast nøkur av teimum málum nevndin fer at arbeiða við: Minstalønin og eftirlønarskipan, útroknan av fiskidøgum og sjálvandi okkara viðurskiftir viðvíkjandi atløguplássum.
Hetta er alt viðurskifti, vit fara at arbeiða við, fyri at betra um karmarnar hjá útróðrarflotanum, sigur Ólavur Òlason Poulsen í viðtalu við Norðlýsið.




