Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj oljukaj til smábátar

John William Joensen

Í hesum døgum hevur kommunan, saman við Shell eitt arbeiði ígongd við gomlu Varpabrúnna.

Heri Hammer, býarverkfrøðingur sigur, at hetta arbeiði umfatar eina oljukaj til smábátar, sum Shell ber kostnaðin av og síðani gongubreyt frá gomlu varpabrúnni, heima á oljukajina og hagani heim á norðastu flótibrúnna. Oljukajin sum nú verður gjørt, er á nøkulunda saman støði, sum oljukajin hjá Statoil, ið liggur millum bátabrúgvarnar. Gongubrúgvarnar, sum eisini vera gjørdar í hesum samanhanginum, fara helst eisini at kunna brúkast til smábátar at leggja at tá flóð er. Arbeiðið skal vera liðugt skjótast gjørligt og arbeiðið er metta at kosta umleið 500.000 krónur.