Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggj samgonga í Tórshavnar kommunu

Tíðindaskriv

Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Borgaralistin hava í kvøld, tann 13. november 2024, avtalað at skipa samgongu í Tórshavnar býráð

 

Tjóðveldi fær borgarstjórasessin, og Javnaðarflokkurin fær varaborgarstjórasessin. 

Samgonguflokkarnir eru somuleiðis samdir um at raðfesta hesi høvuðsøki: Bústaðir, dagstovna– og eldraøkið og umhvørvið.

Næsta stig verður nú at kalla inn til eyka býráðsfund at skipa nýggja býráðið, og síðan verður farið undir at orða samgonguskjal millum flokkarnar.

 

Heilsan Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Borgaralistin