Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggj serøl frá Føroya Bjór

Føroya Bjór

Føroya Bjór er á marknaðinum við einari nýggjari serøl. North Atlantic IPA (Indian Pale Ale) er navnið, og hon er bryggjað eftir tí gamla enska IPA-háttinum, sum er nakað beiskari enn vanligt pilsnarøl.

North Atlantic IPA er sett saman við ymiskum malt- og humlusløgum, umframt føroyskum rávørum.

“Vit hava samstarvað við Agnes Mols Mortensen, sum hevur fyritøkuna Tari, og vit hava tilsett føroyska tara ”Ocean Palm” og føroyskt bygg, ”sigur Annika Waag góðsku- og framleiðsluleiðari á Føroya Bjór.

North Atlantic IPA er ein løtt og leskilig IPA, styrkin er 5,8% og ølin er framleidd við 4 ymiskum humlusløgum, teirra millum citra-humluni, sum gevur ein lættan frískligan smakk.

North Atlantic IPA fæst í sølubúðunum hjá Føroya Bjór og handlunum hjá Rúsdrekkasølu Landsins.