24/7-tænastan er ein nýggj tænasta í Klaksvík, sum tryggjar bráðfeingis hjálp fráeinum sálarviðgera innan 8 tímar. Sigbritt við Neyst sum samskipar tænastunasigur at tænastan er virkin allar vikudagar og alt samdøgrið.
”Eghavi ofta í mínum arbeiði møtt tørvinum á bráðfengishjálp og havi nú í samstarvi við aðrar góðkendar sálarviðgerðar, gjørteina skipan sum tryggjar samrøðu innan 8 tímar um tørvur er á tí.Vit kunnu øll koma út fyri hendingum ella í støður, har vit hava tørv á samrøðuvið ein sálarviðgera skjótast tilber. Tá kann tað tykjast leingi at skula bíðaí fleiri dagar eftir at sleppa framat”, sigur hon í viðmerking.
Meir kann lesast um tænastuna á facebook vanganum hjá 2be og á heimasíðuni www.2be.fo




