Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum váttar at tað komandi ár eru settar 2 milliónir av til bygging av nýggjari trygdarmiðstøð við Borðoyavík
– Vit hava í einum eykajáttannarskjalið til fíggjarnevndina biðið um at fáa 400.000 krónur í ár til projektering, fyri at vit kunnu fáa ferð á arbeiði í ár.
– Á fíggjarlógini fyri 2007 eru avsettar tvær milliónir krónur til arbeiði og meta vit at nýggja trygdar miðstøðin kemur at kosta 16 millíónir krónur tá hon er liðug.
– Býráðið hevur áður víst á nýggja økið við bátahylin á Borðoyavík og er hetta økið sera væl egnað til endamálið.
– Á nýggju støðini kunnu vit savna alt virksemið hjá trygdarmiðstøðini og umframt verandi aktivitetir vera møguleikar at hýsa skeiðum og venjingum í samband við eina komandi oljuvinnu. Á støðini verður m.a. innandura venjingar hylur o.a..
Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum upplýsir at nýggja trygdarmiðstøðin skal standa liðug í 2008 og er mett at kosta 16 milliónir krónur.




