Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj veljarakanning: Javnaðarflokkurin aftur størstur

Danial Viðoy

Danmark: Danski Javnaðarflokkurin hevði verið størstur, um Fólkatingsval var í dag. Hetta kemur fram í feskari veljarakanning.

Danmark: Danski Javnaðarflokkurin hevði verið størstur, um Fólkatingsval var í dag. Hetta kemur fram í feskari veljarakanning.

Danski Javnaðarflokkurin hevur ikki staðið seg væl í veljarakanningum síðani fólkatingsvalið í 2011. Flokkurin er mest sum bara gingin aftur. Men fyri fyrstu ferð í langa tíð, hevði flokkurin við Helle Thorning á odda lagt bæði Vinstra og Danska Fólkaflokkin afturum seg, um val var í dag.

LES EISINI: Danski Fólkaflokkurin í góðari støðu

Sambært veljarakanningini, sum Norstat hevur gjørt fyri netavísina, Altinget, hevði danski Javnaðarflokkurin fingið 23,7 prosent av atkvøðunum. Tað hevði verið nokk til at farið fram um Vinstra, ið bert kann taka til takkar við 22,7 prosentum av atkvøðunum.

Tað er tó vert at leggja til merkis, at munurin ikki er hagtalsliga týðandi, tí óvissan í veljarakanningini er á leið 2,1 prosentstig.

Í reyvini hevði Danski Fólkaflokkurin komið við 22,1 prosentum av atkvøðunum. Hetta svarar til 39 fólkatingslimir, sum er ein framgongd hjá flokkinum á 17 fólkatingslimir síðani valið í 2011.

Verri sær tó út hjá tí konservativa flokkinum. Sambært veljarakanningini, hevði konservativi flokkurin einans fingið 3,9 % prosent av atkvøðunum.

Samanumtikið hevði tann reyði blokkurin fingið 44,9 prosent av atkvøðunum, ímeðan tann blái blokkurin hevði verið við yvirlutan og fingið 53,3 prosent av atkvøðunum.

Harleyfacadeacryl