Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Nýggja Angus letur upp í Juli

Oliver Joensen

Niels Mortensen, stjóri á SMS og Angus sigur í dag, at gongst sum ætlað, so letur restaurant ANGUS upp í nýggjum hølum í Klaksvík áðrenn hálvan juli mánaða.

Fyrr í vikuni vendu vit okkum til Niels Mortensen, eigara av Angus í Klaksvík, at frætta um nær Angus fer at lata upp við Sandin, sum arbeitt hevur verið við leingið.

Í dag hittu vit Niels í nýggju hølunum, har Jacquson hevur hildið til í eina tíð.

Niels Mortensen sigur, at tað hevur verið spennandi at gera íløgur í Klaksvík. Býurin hevur vaksið seg stóran og við “Búffhús” konseptinum, sum vit keyptu okkum inn í, fóru vit í gongd í hølunum hjá Brandal.

Tað hevur gingið væl, og hevur givið okkum mót um at fara longur. Tí keyptu vit hendan bygningin í fyrstu “parkett” í Klaksvík tá hann var til sølu. Bygningin hava vit umvælt og nútíðargjørt frá  grundini av, so tá vit nú fara at lata upp í juli mánaða, fáa norðoyingar og vitjandi eitt nýtt matstað í býnum at vitjað, sum er á internationalum støði.

Eg havi altíð hildið, sigur Niels Mortensen víðari, at skalt tú gera íløgur í slík projektir, so er at fara inn við heilum hjartað.

Vit hava brúkt nógvar pengar her fyri at geva viðskiftafólki okkara eitt gott og nýmótans matstað, so eg ivist onga løtu í, at hetta nokk skal fara at ganga væl og at vit fara at hava nøgd viðskiftafólk her.

Nógvir ymiskir møguleikar eru í húsinum her. Í høvuðsheitinum eru fýra ymisk hølir at veita mattænastu í. Hølið sum er fremst við Klaksvíksvegin tekur um 40 fólk til borðs samstundis, aftanfyri eru tvinni høli, sum annaðhvørt kunnu bindast saman við restini, ella sum eisini kunnu nýtast hvørt sær til bólkar, hesi eru roknað til 20 fólk hvørt.

Í sunnara enda er køkurin og útflyttingarhøli til take-away. Royndirnar hjá okkum vísa, at her er eisini tørvur á at fáa búffar og annað gott út av húsinum.

Tá eg spyrjið Niels Mortensen um hvør eigarin av ANGUS er, sigur hann at tað er SMS. Spyrjið so um hvør eigur SMS, tá svarar hann Eg og so Enniberg.

Til seinast setti eg honum spurningin um fiskur fór at vera á matarseðlinum hjá Angus. Niels Mortensen smílist og sigur fryntliga, Eg havi ikki so neyvt innlit í matarseðilin, men í høvuðsheitinum er ANGUS eitt sokallað “Búffhús”