Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggja bjálvingarevnið trupult at arbeiða við

Oliver Joensen

Orsakað av at PE-skúmið, sum vanliga hevur verið nýtt at tetta lekar við í undirsjóvartunnlum verður hildið at vera ov eldfimt, verður nýtt evni roynt.

Nýggja evnið, sum teir royna í Norðoyatunnlinum í løtuni verður kallað Master Seal. Hetta evnið skal nýtast at tetta lekar við í tunnlum og í leitanini eftir alternativum fyri PE skúmið, er hetta einasta evnið, sum funnið er fram til enn.
Nú teir hava roynt hetta evnið í Norðoyatunnlinum eina tíð, hevur tað víst seg at verið sera trupult at arbeiða við. Arbeiðisfólkið í tunnlinum hevur gramt seg um trupulleikar við eygunum og húðini og tí eru nýggjar mannagongdir gjørdar um, hvussu menninir, ið arbeiða har skulu klaða seg við draktum og maskum.
Dávur Reinert Hansen, stjóri á Norðoyatunnlinum sigur eisini, at nýggja evnið hevur ikki megnað at tett allar lekar og tí verður eisini neyðugt at brúka PE skúmið framyvir í ávísan mun.
Vit høvdu ikki nakrar serstakar forvæntningar til hetta nýggja evnið, tá vit fóru undir at royna tað og tað sær út til at Master Seal klárar ein part av lekunum, men tað sær samstundis út til at tað fer ikki at klára so nógv sum vit vónaðu at tað kundi.
Hesa tíðina hava vit roynt evnið á ymiskum undirlagið og á ymiskum støddum av lekum og í nærmastu framtíð fara vit endaliga at avgera hvar vit fara at brúka Master Seal og hvar vit fara at brúka PE skúmið.
PE skúmið er lættari at arbeiða við, men vit vilja gjarna brúka nakað annað enn tað. Vit hava við hesum nýggja evninum hóast alt funnið eitt evni, sum fer at minka um nýtsluna av PE skúminum.