Tíðindaskriv: Í 2015 trein Elinborg inná tónleikapallin, og gav sína fyrstu útgávu út, sum kallast ‘’Spor’’. Útgávan varð sera væl móttikin, og síðani hevur Elinborg spælt nógvar konsertir kring landið, og fekk eisini heðurin sum ársins live einstaklingur á FMA í 2016.
Nú er nýggja EP útgávan hjá Elinborg klár. Høgni Lisberg, Allan Tausen og Hans Marius Ziska hava saman lagt tónleikin til rættis, og upptøkurnar eru gjørdar í upptøkuhølunum hjá Høgna Lisberg við Gøtugjógv. Jens L. Thomsen hevur ljóðblandað, og Jan Eliasson hevur masterað.
Útgávan kallast ‘’Landið sum eingin sær’’, og Elinborg hevur gjørt bæði lag og tekst. Tónleikurin er um Kærleika, hjartasorg og sakn.
‘’Citat frá Elinborg’’: Mær dámar væl at skapað tónleik, har fólk kunnu kenna seg aftur í tekstinum.
Seinni í ár fer Elinborg at savna “Spor” og nýggju útgávuna ‘’Landið sum eingin sær’’, og geva tær út sum eina LP.




