Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggja høllin hjá Andersens Beding verður nú reist

Helgi Abrahamsen

Nýggja høllin hjá Andersens Beding á Strondum verður nú reist. Høllin verður 20 x 20 metrar til víddar og hon verður 14 metrar høg. Hetta merkir, at alt arbeiði fer í framtíðini at verða gjørt innandura, og hetta fer at gera tað møguligt at gera øll arbeiði alt árið.

Áðrenn arbeiðið við nýggju høllini fór í gongd, fekk bedingin nýggjan vogn, sum kann taka bátar upp, sum eru upp til 7 metrar breiðir.

Tað er KBH á Toftum, sum ger nýggju høllina.