“Árið í ár er eitt skiftisár, men fyrireikingarnar av næsta skúlaári verða gjørdar við støði í, at talan er um ein og sama skúla.”
Páll Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali, situr inni á skrivstovu síni og greiðir frá teimum møguleikunum, ið samanlagdi skúlin hevur.
“Her eru 26 flokkar, umleið 520 næmingar (umframt HF í Klaksvík) og umleið 100 starvsfólk, harav 75 eru lærarar, so talan er um ein stóran skúla” sigur hann.
Broyttist við nýggju lógini
Fyrr vóru ein studentaskúli og ein handilsskúli á Kambsdali, men teir virkaðu ikki sum ein eind.
“Samstarvið var sera avmarkað, tí skúlarnir virkaðu eftir hvør sínari lóg. Síðani vit fingu nýggju lógina um gymnasialar útbúgvingar, hava vit fingið nógv fleiri møguleikar,” sigur Páll Isholm.
“Vit hava fingið eitt betri fakligt umhvørvi fyri lærararnar, og næmingarnir hava fleiri møguleikar at velja fak, ið teimum dámar. Eisini hava vit fingið størri møguleikar fyri at hava felagstiltøk so sum temadagar, – ja eg síggi bara fyrimunir við hesum,” sigur hann.
Norðlýsið fer ta komandi tíðina at hava fleiri greinir um Miðnám á Kambsdali og Fyrireikingarbreytina í Klaksvík.




