Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggja nevndin vil leiða eina aðra kós

Tíðindaskriv

Ungmannafelagið Samband hevur nýliga valt nýggja nevnd og er hon blivin mannað og skipað.

Nýggja nevndin í Ungmannafelagnum Samband vil føra ein øðrvísi sambandspolitikk enn móðurflokkurin. Ungmannafelagið vil halda eina liberala kós, hvagar ið fokus verður sett á nøkur ávís evnir. Hesi evnini eru m.a. at loyva aktiva deyðshjálp, øl og vín í handlarnar, loyva samkyndum at geva blóð og liberalisering av halgidagslógini.
 

Eitt annað mál við týdningi fyri ungmannafelagið er at menna Fróðskaparsetrið. Ynskiligt er, at ungir føroyingar, í enn størri mun, velja lestrarlívið heima í Føroyum – ein skal í minsta lagi hava møguleikan til eitt gott lestrarlív, uttan at tað er neyðugt at fara av landinum.

Mett verður, at øll hesi mál hava tørv á einari liberalari kós, sum moderniserar og alheimsger føroyska samfelagið.

Harleywoodpaint