Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggja samgongan sleppur ikki til arbeiðis

John William Joensen

Fyrrverandi løgmaður er sera harmur um støðuna Aksel er komin í. Fólkið hevur valt at onnur enn vit sum sótu við valdið skuldu sleppa at royna seg, og tí harmist eg almikið um at hesi sum hava skipa nýtt landsstýri í veruleikanum ikki sleppa til arbeiðis, sigur Kaj Leo Holm Johannesen

Fyrrverandi løgmaður er sera harmur um støðuna Aksel er komin í. Fólkið hevur valt at onnur enn vit sum sótu við valdið skuldu sleppa at royna seg, og tí harmist eg almikið um at hesi sum hava skipa nýtt landsstýri í veruleikanum ikki sleppa til arbeiðis, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Eg eri sera keddur um tað sum hendur í løtuni tí hetta rakar alla politisku skipanina. Fólkið valdið eina nýggja stjórn, men áðrenn tey hava latið seg í arbeiðshandskarnar eru tey í veruleikanum komin í eina støðu har tey ikki sleppa til arbeiðis. Hetta er lemjandi fyr tey politisku málini sum tað nú í veruleikanum ikki er nakar eyðsæddur meiriluti fyri. Millum mongu signalini hoyri eg nú at man ætlar at útseta ætlanina at fáa yvirskot á fíggjarlógina komandi ár og tað er ótrúliga óheppið.

Men í veruleikanum sleppur samgongan ikki til arbeiðis og eru møguleikarnir at halda fram við einum afturhaldandi fíggjarpolitikki ikki til staðar longur. Teir tríggir samgonguleiðararnir hava fingið eina sera óhepna byrjan – og í løtuni kunnu teir ikki líta á 17 atkvøður í løgtinginum tá politisku málini, serliga tá  neyðugar fíggjarligar raðfestingar skulu gerast. 

Persónliga haldi eg at tá veljarin hevur givið hesum fólkum mandat til at føra politikk er tað sera týdningarmikið at tey eisini sleppa at gera tað. Men politiski veruleikin er at løgmaður ikki longur kann kenna seg tryggan um at hann fær einstøku politisku málini samtykt í løgtinginum og tí er støðan ikki haldbar.