Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggja samgongan tálma raksturin?

John William Joensen

Í samrøðu við Norðlýsið tann 7 januar 2005 kemur nývaldi varaborgmeistarin Jákup Mikkelsen við nøkrum áhugaverdum viðmerkingum.

Fyrst gleðir hann seg til samstarvið við tjóðveldisflokkin og sigur seg hava stórar forvæntningar til hetta, síðan væntar hann at býráðið ferð at standa saman í týðandi málum og nevnir so eitt av hesum: at tálma raksturin komandi 4 árini.
Ein freistast at spyrja, er hetta ein partur av tí samgonguskjali ið ongin enn hevur sæð ella hoyrt nakað til og hvar bleiv tíðindafundurin og undirskrivingin av ??
Um so er, at hetta er partur av samgonguskjalinum, hvat er so grundgevingin fyri júst hesum evninum, er hetta tað stórsta málið teir hava sett sær fyri ella bert eitt úr rúgvuni ? ?  Um alt býráðið skal standa saman um hetta týðandi mál so krevst, at ein fær nakað meira at vita um hvat liggur aftanfyri og hví og hvussu hetta skal gerast.
Eisini limir í nýggju samgonguni vístu í valstríðnum á tørvin á gjøgnumskygni og opinleika og tí áttu tey at almannakunngjørt samgonguskjalið, so vit onnur kunnu fyrihalda okkum til hvat teir ætla.

Raksturin seinastu 4 árini.
Tað er rætt at raksturin er vaksin seinastu 4 árini, men hyggjast má eftir, hvat hesin vøkstur er grundaður á og um hetta er tænastur ið borgarnir ynskja og/ella kommunan ynskir at veita borgarnum. Í 2001 var raksturin 51,9 mió og í 2004 var hann ætlaður at vera 73,8 mió.
Økingin í rakstrinum stavar fyri ein stóran part av øktum tilboðum til borgaran. Ein tann størsta økingin er barnaansingin, útreiðslur til frípláss og væntandi barnaansing álagdar av landinum. Síðan kunnu vit nevna lønarvøksturin, ið hevur verið rættuliga stórur seinastu 4 árini, krøv frá IRF til ruskplássi, uppnormering av brandstøðini, viðlíkahald av Ziskatrøskúlanum, Atlantis, umsiting av Klaksvíkar Havn, viðlíkahald av Stangabrúnni, vegir og gøtuljós, Sambýli á Heygnum, sótt reinsan av vatni, Svimjihøllin, Skúlatannlæknin og býráðsumsitingin.
Hvørjar av hesum tænastum kunnu vit vera fyriuttan ?

Vera varðin.
Sjálvandi mugu vit vera varðin, tá ið vit brúka pengar, men vit mugu eisini ansa eftir hvat vit gera og hvussu vit gera tað. Skattainntøkan fyri 2004 vísir eina stagnatión í inntøkunum, men ikki nøkur beinleiðis krepputekin eru at hóma tó bendir onki á, at vit kunnu vænta nakran vøkstur í 2005. Tað er av alstórum týdningi, at vit ikki sjálvi eru við til at skapa niðurgongd í inntøkunum, tað kann lættliga henda um samgongan byrja at skerja í rakstrinum uttan fyrilit.
Minnilutin er altíð til at tosað við, um so er, at  málini eru gjøgnumhugsa og skil er í teimum. Samgongan skal tó ikki væntað at vit standa saman við teimum, um teir fara til verka, uttan at seta seg inn í verðuligu viðurskiftini, so sum útalilsini hjá varaborgmeistaranum omanfyri bera brá av. Eisini kundu vit eftirlýst ein stórri samstarvsvilja í verki, heldur enn orðum, frá nýskipaðu samgonguni.

Eyðgunn Samuelsen býráðslimur
http:heima.olivant.fo/~eydgunn