Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggja skipið hjá Bakkafrosti kemur skjótt til Føroya

Helgi Abrahamsen

Nýggja skipið hjá Bakkafrosti, Martin, kemur til Føroya seinni í hesi vikuni ella í næstu viku.

Nýggja skipið hjá Bakkafrosti, Martin, kemur til Føroya seinni í hesi vikuni ella í næstu viku.

”Ætlanin var, at hann skuldi koma til landið í dag, men hann er seinkaður nakað,” sigur Regin Jacobsen, stjóri.

Skipið liggur enn í Noreg, og í løtuni verða ymiskar royndarkoyringar gjørdar umborð.

”Tað skuldi alt verið liðugt mikudagin, og so veldst alt um veðrið, nær teir sigla hendavegin,” sigur Regin Jacobsen.

Spurdur um nakað verður gjørt burturúr móttøkuni, sigur Regin, at um hann til dømis kemur leygardagin, so kann tað vera, at okkurt verður gjørt burturúr, men í næstu viku skal leiðslan á Bakkafrosti av landinum í sambandi við at kvartalsroknskapurin verður lagdur fram, og so er alt meira óvist.

Nýggja skipið er 73,5 metrar langt og 16,6 metrar breitt. Tað hevur tvær skrúvur til framdrift og tvær síðuskrúvur. Skipið er útgjørt við DP (Dynamic Positioning) og hevur eitt stórt arbeiðsdekk á 704 fermetrar. Skipið er útgjørt við eini skipan, ið nýtir flógvan sjógv til at reinsa laksin fyri lús. Við hesum verður orkan hjá Bakkafrosti at reinsa laksin uttan nýtslu av kemiskum evnum munandi økt.

Umframt nýggja skipið eigur Bakkafrost brunnbátarnar Hans á Bakka, Víking, Stígarbrúgv og Vesthav og harumframt eigur felagið millum 60 og 70 smærri bátar.