Í 2013 kunngjørdi Bakkafrost eina íløguætlan uppá 1,5 mia. kr. Hósdagin á FaroExpo undirskrivaði Bakkafrost so sáttmálar við veitarar til slóðbrótandi nýggja virkið, ið samtakið fer undir at byggja í næstum. Talan er um sáttmálar, ið hava eitt samlað virði á uml. 250 mió. kr.

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sigur í viðmerking, at nýggja virkið er knútapunktið í stóru íløguætlanini, ið skal tryggja kappingarførið hjá samtakinum frameftir. Íløguætlanin skal tryggja, at arbeiðspláss verða varðveitt í Føroyum, samstundis sum vit betra fiskavælferðina og arbeiðsumhvørvið, góðskan á vøruni hækkar og tann lívfrøðiligi váðin minkar. Nýggja virkið gevur eisini samtakinum spennandi nýggjar møguleikar, tá ið tað kemur til framleiðslu av feskum liðugtvørum.
Bakkafrost hevur skrivað undir sáttmálar við hesar fyritøkurnar: Teknistovan, Landsbyggifelagið, SMJ, Pescatech, Articon, KAAS, Elektrikarin/El Teknik, Seaside, Stranda, Nomatek, Downstream, Marel, Baader, Ølve, Samey, Aquatic, Johnson control.