Nýggjar bátabrúgvar/Sølutorg
Nú eiga bátaeigararnir tørn. Bátabrúgvarnar eru bæði gamlar og óbrúkiligar.
Bátabrúgvarnar eru satt at siga vandamiklar.
Vit eiga í 2017 at fáa nýggjar bátabrúgvar og fleiri bátapláss á Vánni.
Somuleiðis eiga vit at fáa nýggja elveiting til bátabrúgvarnar og nýtt upplýsandi ljós, soleiðis at økið er væl upplýst.
Vit skulu haraftrat gera eitt sølutorg, har søla kann vera av fiski, fugli og øðrum.
Nú er nokk tosað. Nú skal hetta fremjast, longu komandi ár.
Bátahylurin á Borðoyarvík
Í undanfarnu setu gjørdu vit eina ætlan við bátahylinum á Borðoyarvík.
Vit gjørdu eina ætlan, har tað skuldi gerast ein bátadráttur og bátapláss, við
øllum nútímans hentleikum.
Eg havi ikki sitið í havna- og vinnunevndini hesa setuna. Eg rokni tí við, at alt
hetta liggur í eini skuffu.
Eisini skulu bátabrúgvarnar í bátahylinum dagførast.
Norðhavnin – her er spart eftir reyv
Norðhavnina brúkti eg nógva orku uppá, saman við øðrum. Vit fingu longt havnina til 317 metrar.
Vit settu skjøtul á at fáa ferðamannaskip til havnina.
Vit gjørdu karmarnar góðar, so at vinnulívið fekk bygt Frystihúsið.
Norðhavnin skal útbyggjast. Við tað at havnin ikki er longd, er spart eftir reyv.
Bara í 2016 eru nógv túsund tons minni komin á kei-kantin á Norðhavnini í mun til í fjør.
Hendan gongdin skal vendast, so meira virksemi verður aftur við Góðshavnina.
Útróðrarvinnan á Stongunum
Karmarnir norðuri á Stongunum eru ikki nóg góðir.
Vit eiga alt fyri eitt at fáa hetta uppá pláss, soleiðis at útróðrarvinnan fær góðar karmar.
Kommunan má alt fyri eitt, í komandi setu fáa fleiri vinnuøkir.
Tað kann ikki góðtakast, at havna- og vinnuøkið ikki hevur fleiri tøk økir til vinnuna.
X Atli S Justinussen 8. nov. 2016.
býráðslimur
Valevni á lista A




