Fríggjakvøldið á Norðoyastevnu verður stór konsert undir heitinum Landaplágur 2. Hetta er nýggj konsert í røðini, har kendir sangarar syngja sínar bestu sangir.
Fyrsta tiltakið av hesum slagi var fyri einum líltum ári síðani, og tað eydnaðist sera væl. Sangarar sum Karl Martin Samuelsen, Jákup Marner Anthoniussen og Birgir Sigurðsson undirhildu einari stórari áhoyrarafjøld, og skoðsmál eftir konsertina var sera gott.
Nú verður roynt við einum nýggjum tiltaki við nýggjum sangum og solistum. Ein bólkur við fimm tónleikarum fer at spæla undir, og síðani fara nakrir kendir solistar á pallin. Teir fáa eisini góða hjálp frá tveimum kendum kórsangarum Arnfríð Lützen og Jógvani Hansen.
Hesaferð fara Pætur við Keldu, Anfinn Nielsen, Rani Nolsøe, Hans Jacob Nystrøm og Niclas Heri Jákupsson at syngja landaplágur, og so verður eisini ein heilt serligur gestur úr miðstaðarøkinum við á konsertini. Tað er Terji Rasmussen, sum hevur skrivað eina ørgrynnu av kendum sangum seinastu 20 árini.
Hesir sangarar hava verið við í bólkum sum Frændum, Føstufressum, Moirae, Dynamitt og øðrum, og bólkarnir hava eina røð av kendum og vælumtóktum sangum. Nú verða teir bestu savnaðir á einari og somu konsert, har væl upplagdir tónleikarar fara at spæla undir.
Sangir sum Eros, Flýggi til tónleikin, Pápi tín býr ei í Tórshavn, Ljós, Grøv nummar 13 og Som en drøm verða allir at hoyra, og nógvir góðir sangir afturat. Tað verður eitt tiltak, har tað ber til at syngja við alla tíðina, skuldi hugurin verið til tað.
Landaplágur 2 verða í KÍ-høllini fríggjakvøldið 4. juni kl. 21.00. Vertur fyri kvøldið verður aftur hesaferð Gunnar Nolsøe.




