Tað var sjáldsama gott veður, tá klaksvíkingar fóru inn í 2015.
Veðurgudarnir vóru við klaksvíkingum, tá nýggja árið skuldi skjótast inn. Hóast forsøgnirnar ikki boðaðu frá góðveðri, so royndist veðrið sera væl í Klaksvík. Bæði á midnátt og í tímunum uppundir. Nærum stilli og ikki ein regndropi.
Nógv fýrverk bleiv eisini skotið, sum videobrotið niðanfyri vísir.
Norðlýsið ynskir øllum eitt gott nýggjár!




