Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggjársbumban: HOGNI • Danny & The Veetos • Silent Disco

Jóhann Lützen

Mentanarhúsið og Etasjan í Fuglafirði bjóða aftur í ár til eitt brak av eini nýggjárskonsert leygarkvøldið tann 27. desember.

 

 

Á pallinum vera tveir av best dámdu bólkunum í landinum – HOGNI og Danny & The Veetos – umframt Silent Disco, sum mong kenna og elska frá m.a. G! Festivalinum.

Vit lova eitt kvøld við veitslulagi, hugna og góðum fólki.

 

HOGNI hevur sín topptrimmaða bólk við:

– Jan Rúni Poulsen (trummur)

– Knút Háberg Eysturstein (ljómboð)

– Høgni Lisberg (guitar og sang)

Alexander Gaard tekur sær av ljóðnum.

Hetta er eisini fyrsta, einasta og seinasta konsert hjá Høgna Lisberg (HOGNI) við bólki í 2025!

 

Danny & The Veetos er eisini fullmannaðir:

– Rúni Hentze (trompet)

– Fríði Bjarkhamar (trummur)

– Símun Dam (ljómborð)

– Danny Baldursson (sang og guitar)

Alvin Ellebye tekur sær av ljóðnum.

 

Silent Disco:

– Tríggir plátuvendarar syrgja fyri teimum trimum Silent Disco-rásunum – so tú kanst

velja júst títt egna dansigólvs-stev alt kvøldið. “Noregsmenn, dansið væl í stillum!”

 

Men tað er ikki alt.

 

Villiam Soo Joensen:

– Føroya besti ljósmaður, Villiam Soo Joensen syrgir fyri at ljósini og diskostemningurin er í topp!

Vit gleða okkum at síggja bæði ung og gomul til nýggjársbumbuna. Betri háttur at hátíðarhalda farandi árið og heilsa tí nýggja vælkomnum finst ikki.

Dyrnar lata upp kl. 21:00, og fyrsta konsertin byrjar kl. 22:00.

Atgongumerki fáast á mh.fo