Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjárshald á Posthúshjørninum

Tíðindaskriv – Elsa Olsen

Nýggjársaftan verður Posthúshjørnið í Klaksvík karmur um hugnaligt nýggjárshald. Møguleiki verður at uppliva gott undirhald, livandi tónleik, við m.a. Hanus G. Johansen, og nógvan hugnað, við heitari suppu, og møguleika at keypa sær drykkivørur.

Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, kemur at handa eina listavirðisløn til eitt lista- ella mentanarfólk í norðoyggjum, sum er virkið og hevur framt dygdargóð avrik innan hetta týðandi øki.

Tiltakið byrjar nýggjársaftan kl. 22, og endar á midnátt við niðurteljing og fýrverki. Kringvarp Føroya kemur at senda beinleiðis frá løtum av tiltakinum.

Skráin verður kunngjørd her á Norðlýsinum komandi dagarnar.

Klaksvíkar Kommuna ynskir øllum hjartaliga vælkomnum til nýggjárshaldið.