Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjárshald á posthúshorninum

Tíðindaskriv

Nýggjársaftan verður posthúshornið í Klaksvík karmur um hugnaligt nýggjárshald. Møguleiki verður at uppliva gott undirhald, livandi tónleik við m.a. Hanus G. Johansen, og nógvan hugna við heitari suppu og møguleika at keypa sær drykkivørur.

Nýggjársaftan verður posthúshornið í Klaksvík karmur um hugnaligt nýggjárshald

Nýggjárshald á posthúshorninum

Nýggjársaftan verður posthúshornið í Klaksvík karmur um hugnaligt nýggjárshald. Møguleiki verður at uppliva gott undirhald, livandi tónleik við m.a. Hanus G. Johansen, og nógvan hugna við heitari suppu og møguleika at keypa sær drykkivørur.

Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, fer at handa eina listavirðisløn til eitt lista- ella mentanarfólk í Norðoyggjum, sum er virkið og hevur framt dygdargóð avrik innan hetta týðandi øki.

Tiltakið byrjar nýggjársaftan kl. 22 og endar á midnátt við niðurteljing og fýrverki. Kringvarp Føroya fer at senda beinleiðis frá løtum av tiltakinum.

Skráin verður kunngjørd á Norðlýsinum komandi dagarnar.

Klaksvíkar Kommuna ynskir øllum hjartaliga vælkomnum til nýggjárshaldið.