Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjársheilsan til allar reiðarar, skipaeigarar og manningarnar á skipunum.

John William Joensen

Nú vit eru á gáttini til eitt nýtt ár, er tað vanligt at líta aftur um bak og meta um, hvussu árið, sum nú brátt er at enda komið, hevur hilnast.

Tað má sigast, at árið hevur roynst væl og er árið 2006 eitt metár, tá ið vit taka allar skipabólkar undir einum. Misjavnt er, hvussu gongdin hjá teimum ymisku skipabólkunum hevur vignast, og eisini hjá teimum einstøku skipunum. Onkur teirra hava verið fyri óhappi, onnur hava verið til umbyggingar í árinum, og einstøk skip byrjaðu fiskiskapin mitt í árinum, so hjá teimum verður árið ikki nakað metár.







Vit í Reiðarafelagnum hava tøl fyri øll tey størru fiskiskipini, og mett verður um tað, sum manglar restina av árinum. Tølini verða sett upp fyri hvønn skipabólk sær. Aftur at hesum koma veiðitøl fyri allan útróðrarflotan og trolbátarnar, sum eisini eru góð í árinum, hesi seinastu eru tó ikki við í okkara hagtølum.







Reiðarafelagið ynskir øllum Føroya Fólki eitt av Harranum signað nýggjár.