Vit ynskja tykkum heima í Føroyum eitt gott nýggjár, við Harrans ríku signing í nýggja árinum.
Anne & Jan Tausen Zachariassen
Góðu náðisystkin!
Síggið, hvussu stóran kærleika Faðirin hevur víst okkum, at vit skulu kallast børn Guds! Og vit eru tað! Tí kennir heimurin okkum ikki, tí hann kennir ikki Hann. Tit elskaðu! Nú eru vit børn Guds, og ikki er opinberað enn, hvat vit skulu verða. Vit vita, at táið Hann opinberast, skulu vit verða Honum lík, tí vit skulu síggja Hann, sum Hann er. 1.Jóh.3:1-2
Nú er árið 2004 farið at halla, og vit hava sæð, hvussu Harrin hevur signað okkum á allan hátt í farna ári. Vit vilja fegin takka tykkum øllum hjartaliga fyri forbønir og stuðul tykkara í tænastuni fyri Harran. Tað gleðir okkum at kunna siga tykkum, at vit nú hava fingið 5-ára uppihaldsloyvi í Ungarn. Takk fyri bønir tykkara fyri hesum.
Næmingarnir seinasta skúlaár vóru her í 10 mánaðir og lærdu Orð Guds. Teir gingu gjøgnum tað sonevnda CBS-skeiðið. (CBS = Kronologisk Bíbliusøgufrásøgn, sum hevur umleið 170 frásagnir úr Bíbliuni). Hesir næmingar fingu prógv og fóru heim aftur um fyrst í juli mánað og hava ídnir virkað í heimlandi teirra, t.d.
1. Kekkia: Tey hava skipað seg í Prag og undirvísa onnur deyv. Tey hava havt eina summarlegu og 80 deyv komu, flest tey ungu, fleiri vórðu frelst.
2. Pólandi: Ein, sum eitur Daniel hevur vunnið einar 15 deyv til Harran, og hann hevur stóra ábyrgd at undirvísa teimum.
3. Keypmannahavn: Ein næmingur fór undir at undirvísa hvønn leygardag, og áhuga var stórur hjá fleiri deyv at koma.
4. Bulgaria: 3 næmingar fóru undir at savna fleiri deyv saman tvær ferðir um vikuna í Plovdiv. Teir eru farnir í annan bý at savna onnur deyv saman onkrar ferðir um mánan.
5. Ukraina: Ein næmingur hevur hjálpt fleiri deyv at skilja Orð Guds betur enn áður.
6. USA: Tveir næmingar hava fingið týdningarmikla arbeiði ímillum tey deyvu í samkomu teirra.
Nú eru 14 deyv næmingar úr 5 ymiskum londum her á skúlanum. Teir komu frá Teilandi, Malaysia, Ungarn, Týsklandi og Føroyum. Teir hava gingið gjøgnum 45 bíbliufrásagnir til jóla. Lív teirra er nógv broytt, og vit hava sæð, hvussu Heilagi Andin hevur sannført og ment tey gjøgnum bíbliuundirvísingina.
Tað var frálíkt fyri okkum at verða á EDCC í Nyborg, Danmark at hitta 200 deyv trúgvandi frá 23 ymiskum londum. Stóra tøkk til tey donsku deyv trúgvandi, sum hava hjálpt okkum óføra væl. Gud minnist tey. Stóra tøkk til øll, sum komu til stóra stevnu og stuðlað okkum. Meira upplýsingar um EDCC finst í www.deaf-edca.com við fleiri links til aðrar heimasíður, eisini í www.deaf-dkf.dk.
Vit hava ferðast og vitjað deyv í Kenya, Noregi, Svøríki, Estlandi, Teilandi, Singapore, Malaysia, Kekkia, Týsklandi, Danmark, Ukraina, Russlandi og til seinast Spaniu, bæði at geva frágreiðing um Harran og kunna um bíbliuskúlan. Nøkur hava áhuga í at koma á skúlan næsta ár. Tað sást, at stórur longsil kom upp í hjørtum teirra deyvu at læra meira um Orð Guds, tá ið tey hoyrdu um skúlan. Tey fata ikki nóg mikið í hoyrandi samkomum, har hoyrandi tolkur tulkar fyri teimum. Tað var stórt upplivilsi fyri okkum at vitja londini og sóu at stórur tørvurin er á undirvísing ímillum tey deyvu. Vit takka fyri tykkara forbøn og vit hava sæð hvussu Harrin hevur undurfult leitt okkum allastaðni.
Eg var í Volgograd í Russlandi, har var ein deyvasamkoma, sum 80 deyv komu saman. Fyri nøkrum árum síðani var ein deyv kvinna einsamøll har saman við 40 hoyrandi trúgvandi. Hon leiddi tveir hoyrandi smádreingir til deyv foreldur til samkomu, og teir vildu hava foreldur koma at hyggja, men seinni øktust deyv saman, og ein deyv mafialeiðarin varð umvendur til Harran. Hann var ein stórur hjálpari fyri tey deyvu, nú ganga 80 deyv saman og er vorðin størri enn hoyrandi samkomu. Harrin er undurfullur! Teknmálið er týdningarmikið samskifti ímillum tey deyvu, sum opnar hjørtu fyri Harran! Nú hava tey fingið eina grundstykki at byggja teirra egnu deyvasamkomu!
Fornýliga var eg í Spaniu og møtti 90 deyv frá ymsastaðni í landinum, og ein nýggjur bólkur komu frá Kanarisku oyggjunum. Ein leiðari greiddi mær frá, at hann takkaði fyri heimasíðu, sum hevur leitt hann til tey deyvu trúgvandi í Spaniu, tí hann og hini 40 deyv trúgvandi í Kanarisku oyggjunum hava leitað í Spaniu og spurt samkomurnar har um onkran deyv trúgvandi. Eingin veit um tey. Onkur av teimum vilja so fegin koma til skúlan næsta ár.
Vit verða heima á jólum, og vit hava 9 næmingar á skúlanum at syrgja fyri. Onnur fara heim til jólar, og vit byrja aftur 3. januar.
Vit ynskja tykkum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár við tøkk fyri forbønir tykkara og stuðul og góða umsorg fyri okkum í farna ári.
Tykkara í Harrans stóru og ævigu náði
Anne & Jan Tausen Zachariassen
Teldupost: jan.tausen@chello.hu
Heimasíða: http://members.chello.hu/jan.tausen




