Sunnukvøldið, 14. jan. kl. 18, verður ein nýggjárs-sangløta við felagssangi í Siloa í Fuglafirði.
Sungið verður úr Nýggju Sangbók, og nú vit fóru um eitt ársskifti, verður serligur dentur lagdur á sálmar og sangir, sum á onkran hátt endurspegla hetta.
Harumframt fara Ró á Lakjuni Simonsen og Ragnhild Kunoy Sharp – og eisini Maria á Lakjuni Djurhuus – at framføra onkran sang.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Komið og syngið við!
Aftaná verður ein lítil drekkamunnur.



