Tað verður ikki enn, at KÍ-viðhaldsfólkini fara at síggja nýggju leikararnar.
Talan er um áleyparan Valerijs Sabala og verjuleikaran Dmytro Lytvyn, sum gjørdu sáttmála við KÍ í hesi vikuni. Men teir kunnu ikki spæla enn. Teir eru ikki norðurlendingar og tað merkir, at arbeiðs- og uppihaldsloyvið skal uppá pláss, áðrenn teir kunnu spæla. Hetta plagar vanliga at taka nakrar vikur. Mest sannlíkt er, at teir verða tøkir eftir landsliðssteðgin og tí missa teir tríggjar fyrstu dystirnar, sum eru móti Skála, B36 og EB/Streymi.
KÍ spælir 1. umfar á Skála leygardagin kl. 17.00.



