Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggju leikararnir væl frá byrjan

Jákup Ósá. Myndir: Oliver Joensen

Tveir av trimum leikarum skoraðu í sínum fyrsta dysti frá byrjan á besta KÍ liðnum.

KÍ vann ein tryggan sigur, tá FC Suðuroy vitjaði í dag. 

KÍ hevur eitt lið í ár, har tað á nógvum plássum er útskifting í mun til í fjør. Í dag byrjaðu tríggir leikarar fyri fyrstu ferð og hendan djarva avgerðin hjá venjaranum gav úrslit. Tí tvey av trimum KÍ málum komu frá leikarum, sum fyri fyrstu ferð byrjaðu inni á besta liðnum hjá KÍ í landskappingini. KÍ vann 3-0 og málini skoraðu Kenan Hajdarevic, Jákup B. Andreasen og Ndende A. Guéye, har teir báðir fyrru spældu sín fyrsta dyst frá byrjan á besta KÍ liðnum.
Hini úrslitini passaðu soleiðis, at KÍ nú liggur einsamalt á 2. plássi við 4 stigum. Har skal tó havast í huga, at KÍ hevur spælt móti báðum uppflytarunum, har tað helst ikki var óvæntað frammanundan, at KÍ fór at fáa nógv stig.