Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur bóklingur: Sannleikin um ástarævintýrið

Tíðindaskriv

Kennist hjúnalagið keðiligt? Fert við øðrum? Ert tú kroniskt forelskaður? Ella gongur tú sum á illum allatíðina? Tak tað róligt. Tær bagir einki. Alt er bara evnafrøði. Ella er tað nú tað? Les tekstin, ið Høgni Mohr hevur týtt og ritstjórnað til ein bókling. So fært tú svar, sum bæði svíður og sissar.

Heiti: Sannleikin um ástarævintýrið

Síðutal: 35

Kostnaður: 100 krónur

Forlag: Øgiliga egið forlag

Møguliga er ástarævintýrið einki annað enn ein lívsneyðugur liður í søguni um nøring; eitt duldarfult og skreytkent skrín, ið lokkar okkum at leita eftir lyklinum, sum í roynd og veru ikki passar til annað enn ættarinnar ævinliga gonguverk.