Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur býlingur á Fossum

Tíðindaskriv

Umhvørvis- og Býarskipanarnevndin hevur samtykt at fara í holt við eina tilgongd at ogna sær lendið á Fossum, ið skal vera grundarlagið fyri einum nýggjum býlingi í Klaksvík. Býlingurin kemur at hava eitt framúr útsýni yvir víkirnar báðar – Klaksvík og Borðoyavík.

Ætlanin er at býta tilgongdina upp í fýra stig. Í fyrstu atløgu fer Klaksvíkar Kommuna í holt við at ogna sær tann sunnasta partin á Fossum, ið fer at geva áleið 18 til 20 grundstykkir. Í mun til eftirspurningin er ætlanin at fara víðari við ávíkavist byggistigi tvey, trý og fýra, ið hevur grundarlag fyri eini 40 til 60 grundstykkjum og íbúðum. Harafturat verður eisini hædd tikin fyri kommunalum stovnum so sum barnagarði.

Tilgongdin at ogna sær viðkomandi lendi byrjar seinni í ár og verður miða ímóti, at grundstykkini verða tøk einaferð í 2018.

Kristian Eli Zachariasen
Formaður í Umhvørvis- og Býarskipanarnevndini