Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur deildarleiðari á Tryggingarfelagnum

Oliver Joensen

Mánadagin var móttøka í deildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, í Vágstúni.

Orsøkin til at skipað varð fyri móttøku var, at nýggjur deildarleiðari varð settur frá 1. desember í ár, og samstundis fór Katrin Sólstein frá sum deildarleiðari, við tað at hon fall fyri aldursmarkinum.
Katrin Sólstein hevur arbeitt í deildini hjá Tryggingarfelagnum í Klaksvík í 19 ár. Kunngjørt var tó, at Katrin tó skal arbeiða eina tíð afturat á deildini.
Kaj Dam, sum er settur sum nýggjur deildarleiðari sigur, at Tryggingarfelagið Føroyar hevur í hyggju at menna deildina í Klaksvík. Ætlanin er, at viðskiftafólk skulu kunna greiða øll tryggingarviðurskifti á staðnum, so gott sum og við hesum kemur Tryggingarfelagið Føroyar munin tættari at viðskiftafólki.
Samstundis sum Kaj Dam var settur sum deildarleiðari, var Jóhannes M. Poulsen settur sum nýggjur sýnsmaður hjá Tryggingini.
Kaj Dam hevur útbúgving sum byggifrøðingur og arbeiddi eftir lokna skúlagongd í 6 ár hjá stórum byggifelag í Vejla í Danmark. Hetta felag bygdi umleið 250 til 300 hús um árið í Týsklandi. Tá Kaj Dam flutti heim aftur, fekk hann starv hjá Tryggingarfelagnum, sum sýnsmaður og tað er hetta starvið, sum Jóhannes M. Poulsen nú er settur í.
Vit ynskja teimum báðum tillukku við størvunum.

Harleywoodpaint