Í svari til tingkvinnuna Bjørt Samuelsen, lovar landsstýrismaðurin, at ein nýggjur ferðavinnupolitikkur eisini skal fevna um ferðavinnu á søguligum plássum við fornminnum. Somuleiðis ætlar hann sær at fara at kanna, hvussu grannalond okkara skipa ferðavinnuna á søguligum plássum. Tingkvinnan vildi millum annað vita, hvørt landsstýrismaðurin ætlaði at taka stig til, at ein ætlan fyri brúki av fornminnaumhvørvum í sambandi við ferðavinnu verður gjørd, og neyðug fíggjarlig orka sett av til hetta. Í svarinum letur landsstýrismaðurin fíggjarligu raðfestingina liggja.
Í svari til tingkvinnuna Bjørt Samuelsen, lovar landsstýrismaðurin, at ein nýggjur ferðavinnupolitikkur eisini skal fevna um ferðavinnu á søguligum plássum við fornminnum. Somuleiðis ætlar hann sær at fara at kanna, hvussu grannalond okkara skipa ferðavinnuna á søguligum plássum. Tingkvinnan vildi millum annað vita, hvørt landsstýrismaðurin ætlaði at taka stig til, at ein ætlan fyri brúki av fornminnaumhvørvum í sambandi við ferðavinnu verður gjørd, og neyðug fíggjarlig orka sett av til hetta. Í svarinum letur landsstýrismaðurin fíggjarligu raðfestingina liggja.
Svar uppá
§ 52a fyrispurning frá Bjørt Samuelsen um ætlanir fyri ferðavinnu á søguligum plássum við fornminnum, nr. 6/2014, settur Johan Dahl, landsstýrismanni í ferðavinnumálum.
Spurningurin var soljóðandi:
1. Eru nakrar ætlanir lagdar fyri, hvussu ferðavinnan kann og eigur at verða skipað og ment á søguligum plássum við fornminnum, sum til dømis Kirkjubø?
2. Um ja, á hvønn hátt sær landsstýrismaðurin fyri sær, at hetta kann gerast, so til ber hjá vinnuni at fáa meira burturúr, samstundis, sum atlit verða tikin til at verja fornminnini væl?
3. Um nei, vil landsstýrismaðurin so taka stig til, at ein ætlan fyri brúki av fornminnaumhvørvum í ferðavinnuhøpi verður gjørd, og neyðug fíggjarlig orka sett av til hetta?
Viðmerkingar
Tað er umráðandi at geva fornminnum og søguligum plássum sjónligari leiklut í ferðavinnuhøpi, soleiðis, at hendan vinna kann verða betur skipað – og harvið eisini kasta meira av sær. Samstundis er talan um viðbrekin fornminni, sum orka má leggjast í at varðveita og nýta á skynsaman hátt. Kirkjubø er eitt dømi umhetta.
Múrurin í Kirkjubø er fremsta byggilistarliga fornminni føroyinga, og telist saman við øðrum fornminnum og søguni á staðnum millum áhugaverdastu pláss at vitja í Føroyum. Sera nógv ferðafólk vitja árliga í Kirkjubø, men tað tykist avmarkað, hvussu nógv tey leggja eftir seg. Harumframt liggur tað á privatum hondum at halda umhvørvið við líka.
Flestu ferðafólk, sum koma hendan vegin, hava stóran áhuga í at vitja fornminnini og á henda hátt at fáa atgongd til søgu og mentan okkara. Men hóast ferðafólkini kunnu fara so gott sum allastaðni, teimum lystir, so er ikki nóg nógv gjørt til tess at skapa røttu karmarnar kring ferðavinnuna og fornminnini. Umráðandi er, at vegir, parkeringspláss, brimverja og annað verða hildin við líka, so fornminnini ikki farast. Og, at stuðla verður undir søvn og annað, so støðini kunnu vera livandi
og áhugaverd hjá fólki at vitja.
Spurningarnir verða settir landsstýrismanninum í ferðavinnumálum í teirri vón, at ein ferðavinnupolitikkur og heildarætlan fyri ferðavinnu á plássum við fornminnum og søguligum dýrgripum verður gjørd – sjálvandi í tøttum samstarvi við Mentamálaráðið og fornminnamyndugleikar. Við einari miðvísari ætlan fyri, hvussu vit eggja ferðafólki at vitja hesi støð og á bestan hátt fáa fram søguna um staðið – við søvnum, søgufrásøgnum, við vegleiðingum og við greiðum reglum fyri, hvussu økið og fornminnini kunnu nýtast. Ætlanin eigur at vera eitt
grundarlag undir, at lokala fólkið og ferðavinnan sum heild, kunnu fáa betri nyttu og inntøku av ferðafólkastreyminum, samstundis sum ljós verður varpað á okkara fornminni og søguligu virðir, og at tey verða tryggjað.
Í 2008 varð ein heildarætlan gjørd fyri varðveitslu av Kirkjubømúrinum og fornminnunum knýtt at honum. Hetta álit viðger ikki ferðavinnuna. Men millum tey 10 tilmælini, sum arbeiðsbólkurin læt táverandi landsstýriskvinnu í mentamálum, var: “..at landsantikvarurin skipar ein kunningarbólk viðv. framtíðar planlegging og brúki av fornminnaumhvørvinum í Kirkjubø, har festarin/Búnaðarstovan og aðrir áhugarar eru umboðaðir.”
At ferðavinna er ein sentralur partur í slíkari planlegging av brúki av fornminnaumhvørvinum í Kirkjubø og á øðrum søguligum plássum, metir spyrjarin vera sjálvsagt.
Svar:
Eg taki undir við, at okkara fornminni og søguligu pláss kundu havt ein sjónligari leiklut í ferðavinnuhøpi, og at ferðavinnan kring fornminni kundi verið skipað betri, soleiðis at hon kastar meiri av sær. Mest týdningarmikið er tó sjálvandi, at neyðug varðveitingaratlit verða tikin til fornminnini, tá slíkar ætlanir verða lagdar.
Tað er ongin ítøkilig almenn ætlan fyri, hvussu ferðavinnan kann og eigur at vera skipað og ment á søguligum plássum við fornminnum. Tað eru tó, sum spyrjarin er inni á, gjørdar ætlanir fyri varðveitslu av Kirkjubømúrinum. Í álitinum um Kirkjubømúrin, sum varð handað landsstýrismanninum í mentamálum í 2008, verður skráseting, umvæling og varðveiting fyri Kirkjubømúrin og hini fornminnini í Kirkjubø orðað, og harafturat eru ætlanir um økisskipanarlig tiltøk fyri økið.
Okkara fornminni verða umsitin og varðveitt í samsvari við lóggávuna á økinum, serliga løgtingslóg um friðing av fornminnum og bygningum og løgtingslóg um fornminnissavn. Annað virksemi, ið kann hava ávirkan á ella avleiðingar fyri fornminnini, eitt nú ferðavinnuvirksemi, eigur at verða skipað við atliti at lóggávuni á økinum og í tøttum samstarvi við savnsmyndugleikarnar.
Í mun til ferðavinnuna eiga vit at skipa karmar, sum tryggja, at savnsvirksemið og umsitingin av fornminnunum kunnu ganga hond í hond við ferðavinnuna og teir inntøkumøguleikar, ið hon kann kasta av sær. Tílíkir karmar eiga sjálvsagt at verða skaptir í tøttum samstarvi við Søvn Landsins og Mentamálaráðið, sum varða av fornminnunum.
Visit Faroe Islands (Ferðaráðið) hevur sum fremsta endamál at marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland og at skapa vøkstur innan føroyska ferðavinnu. Við øðrum orðum verður áherðsla í fyrstu syftu løgd á marknaðarmenning fram um produktmenning, eftir sum tað verður mett at vera ein fortreyt fyri menning av innanlands ferðavinnuni (herundir ferðavinnuni, ið er knýtt at fornminnum), at fleiri ferðafólk koma til landið. Ferðafólk, sum síðani skapa grundarlag fyri menning og øktum inntøkum innan ferðavinnuna í Føroyum.
Vinnumálaráðið eigur tó sjálvandi, saman við Visit Faroe Islands, áhaldandi at skapa best møguligar karmar fyri vinnuna at virka undir, soleiðis at ferðavinnan fær meiri burturúr teimum ferðandi. Tað er tó eisini ein uppgáva hjá teimum vinnuligu aktørunum, sum eru knýttir at fornminnunum, at skipa vinnuna so væl til ber og at veita ferðafólki neyðugu tilboðini, soleiðis at tey leggja pening eftir seg. Sjálvandi altíð í samstarvi við Søvn Landsins og við fyriliti fyri sjálvum fornminnunum.
Ein almennur ferðavinnupolitikkur varð orðaður í 2000. Politikkurin sigur tó ikki nakað ítøkiligt um ferðavinnuna, ið er knýtt at fornminnunum. Menningin innan ferðavinnuna seinastu mongu árini hevur eisini yvirhálað politikkin og tí er lítil ivi um, at tørvur er á at orða ein nýggjan ferðavinnupolitikk, sum tekur hædd fyri teimum avbjóðingum, ið vit sum ferðamannaland standa við.
Ein náttúrligur partur av einum nýggjum ferðavinnupolitikki er ferðavinnan á søguligum plássum við fornminnum, og eigur hesin parturin av ferðavinnupolitikkinum at orðast í tøttum samstarvi við Mentamálaráðið, ið varðar av fornminnunum. Somuleiðis er ætlanin at kanna, hvussu grannalond okkara skipa ferðavinnuna á søguligum plássum, tá nýggjur politikkur verður orðaður.
Eg havi í hyggju at endurskoða ferðavinnupolitikkin í 2015-2016 og haldi eg, at eitt aðalorðaskifti í Løgtinginum um framtíðar ferðavinnupolitikk eigur at vera ein náttúrligur partur av arbeiðinum.
Vinnumálaráðið, tann 26. september 2014
Johan Dahl
landsstýrismaður




