Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur handil við Borðoyavík

John William Joensen

Seinasta árið hava stórir partar av handilslívinum í Klaksvík fyrireika seg til norðoyatunnilin og fríggjadagin var nýggjur handilsbygningur reistur uppi á Borðoyavík.

Tað er EL-IN sum beint undan jólum seldi handilsbygningin í miðbýnum til Føroya Sparikassa, sum nú byggir nýtt.
– Vit byggja ein handil í sama stíli sum tann sum vit hava framanundan men við munandi størri úrvali.
Ætlanin er at lata upp til 1. apríl soleiðis at vit vera klárir til undirsjóartunnilin letur upp.
– Vit eru vaksnir eru alt ov lítið og í dag húsast vit í fýra ymiskum støðum kring um í landinum.
– Tað gevur alt ov vánaliga tænsttu og tí var tíðin búgvin.

Tað starvast 14 fólk hjá EL-IN í dag og hóast fyrtøkan nú kemur at fáa ein størri handil so vantar stjórin ikki at tað verður neyðugt at seta fleiri fólk.
Seinastu tvey árini hava fleiri handils- og tænastuvirki byggt á ídnðarøkinu og er økið nú fult útbygt. Felagsnevnarin fyri hetta virksemið er at allar fyritøkurnar síggja stórar møguleikar í at økja søluna við fasta sambandinum tvørtur um leirvíksfjørð.