Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur húsarhaldsskúli á Sandinum!

Signhild V. Johannesen

Klaksvíkar býráð samtykti á fundi tann 17. mars eina tilsøgn um fígging, at byggja nýggjan húsarhaldsskúla á Sandinum í Klaksvík.

Húsarhaldsskúlin í Klaksvík, sum er tann einasti húsarhaldsskúli í Føroyum, hevur síðani 1974 hildið til í Klaksvík. Tað munnu vera nógvar eldri og yngri dámur runt um í landinum, sum minnast aftur á eina góða, gevandi og stuttliga ungdómstíð á Húsarhaldsskúla Føroya.

Verandi umstøður eru alt annað enn góðar, og umsóknartalið er væl størri, enn pláss er til. Tað at duga at røkja hús og heim, kemur ikki av sær sjálvum. Í dag arbeiða bæði foreldur úti, og bæði arbeiða heima. Tí eru tilboðini á Húsarhaldsskúlanum meir enn nakrantíð, tilboð sum tørvur er á. Tað hava allar tær mongu umsóknirnar seinastu árini prógva. Eini 60-70 umsóknir hvørt ár, men einans pláss fyri 21 næmingum. Næmingarnir eru einamest gentur, tó so undantakið er. Av teimum 1.000 gentunum, sum síðani 1974 fram til dagin í dag hava gingið á húsarhaldsskúlanum, eru 6 dreingjanæmingar. Við rákinum í samfelagnum í dag, har kynini eru felags um arbeiði bæði úti og heima, er møguleiki fyri einum javnari kynsbýti í millum næmingarnar.

Klaksvíkin sum fiskivinnubýur, hevur tørv á fjølbroyttum útboðum til kvinnur. Hetta er ein gongd leið rætta vegin. Á verandi skúla eru 2 fulltíðarstørv og 4 størv hálva tíð. Øll eru tey mannað við kvinnum. Nýggi skúlin fer at skapa fleiri størv, sum eisini helst tiltala konufólk. Nýggi skúlin fer at taka meiri enn helvtina fleiri næmingar, enn gamli skúlin tekur, eini 35 næmingar íalt. Tað er neyvan nakar ivi um, at allar flestu næmingarnir vera gentur. Av teimum koma nógvar aðrastaðni frá. Og tað hendir meiri enn so, at tær fella so væl til í Klaksvík, at tær vera búsitandi her fyri lívið. Finna makan her, fáa børn og gera Klaksvík til sítt nýggja heim.

Eg vil takka stýrinum fyri Húsarhaldsskúlanum, fyri teirra ágrýtni og treiskni. Í fleiri ár hava tær arbeitt fram í móti hesum nýggja skúla, har umstøður og tilboð vera munandi betri. Tí kunnu vit øll í dag fegnast um avgerðina, ið nú er tikin.

Við ynskjum um einar Gleðiligar Páskir!

Signhild V. Johannesen