Landstýrið hevur skotið upp at játta 16 mió. kr til bygging av Føroya Húsarhaldsskúla í miðbýnum í Klaksvík. Í ár vóru settar 400.000. krónur av til fyrireiking, so tá løgtingið hevur samtykt fíggjarlógina er klárt at fara undir byggingina.
Landstýrið hevur skotið upp at játta 16 mió. kr til bygging av Føroya Húsarhaldsskúla í miðbýnum í Klaksvík. Í ár vóru settar 400.000. krónur av til fyrireiking, so tá løgtingið hevur samtykt fíggjarlógina er klárt at fara undir byggingina.
Játtað 16 mió. kr. til bygging av nýggjum Húsarhaldsskúla í Klaksvík
Á býráðsfundinum 17. mars samtykti Klaksvíkar býráð einmælt at játta sín part av kostnaðinum fyri nýggjum Húsarhaldsskúla Føroya, sum verður bygdur í miðbýnum í Klaksvík.
Ein byggibólkur – mannaður við arkitekti og umboðum fyri Mentamálaráðið, Húsarhaldsskúla Føroya, og Klaksvíkar kommunu – hevur gjørt eina byggiskrá, har bygging av nýggjum skúla í miðbýnum í Klaksvík er kostnaðarmett til 30 mió. kr. +mvg.
Sambært uppskotinum til fíggjarlóg 2018 stendur soleiðis skrivað:
7.23.5.05. Húsarhaldsskúlin í Klaksvík, løgustuðul (Stuðulsjáttan)
Sambært Ll. nr. 66 frá 13. mai 1992 um húsarhaldsskúlar, har §11, stk. 1, pkt. 1 sigur, at Mentamálaráðið, eftir landsstýrisins góðkenning, kann veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrí lán til keyp av húsum ella til bygging ella umbygging av húsum til húsarhaldsskúla, verða eftir ætlan í 2018-2020 játtaðar tilsamans 16 mió. kr. sum landskassans partur av kostnaðinum at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík.
Í 2017 eru játtaðar 400 tús. kr. til fyrireiking av nýggja húsarhaldsskúlanum.
Myndir: Fuglark




