Fríggjadagin skipaði Íverksetarahúsið fyri nýggja átakinum Investordagur
2013, har átta íverksetarar fingu eitt gylt høvi at selja teirra hugskot
yvirfyri føroyskum íleggjarum.
Harumframt varð nýggja founding heimasíðan Entrostor eisini presenterað.
Eftir at vinnumálaráharrin setti dagin á Parnassinum, vórðu átta
íverksetara framløgur á skránni. Av teimum snúgva tvær seg um nýskapanir
innan fiskivinnu, har tann eina, Fiskarin, er ein nýggjur húkur, sum ikki
skal egnast, og hin ein leitiskipan, Tracer, sum er spesial designað til
útbúna úti á havinum.
Trý hugskot snúgva seg um ferðavinnu, har eitt er um at selja Føroyar sum
filmsland, eitt um eina nýggja action matsending kalla Enter the Kitchen,
og so vinnarahugskotið frá Startup Suðuroy fyri stuttum, SappIn Suðuroy,
sum er ein komplett app til ferðafólk.
Ein av framløgdu ætlanunum er eitt nýtt konsept um burturkast, Dropbucket,
sum ger handfaringina av hesum vaksandi trupulleika munandi lættari.
Ein ætlan er um at gagnnýta seyðaskinn 100% til high end fashion clothing
marknaðin, sum kallast UannI, og ein ætlan er eitt nýtt pakkidesign, sum
rópast FoldIt.
Tað er einki at ivast í, at ein av stóru avbjóðingunum í Føroyum er at
skapa eina effektiva skipan, sum kann lata spírandi íverksetarar rætt í við
atliti til ráðgeving, mentorhjálp og rættar íløgur. Jú effektivari vit
gerast á hesum øki, jú meiri fáa vit til høldar av tí innovativa
hugskotsríkidømi, sum verður framleitt her á landi.
Júst hetta vísir seg at vera ein av teimum týdningarmestu
kappingarparametrunum millum tær fremstu tjóðirnar í hesum tíðum.
Íverksetarahúsið fer at fylgja við í, hvussu investordagurin fer at
roynast íverksetunum.




