Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nýggjur KÍ nethandil

ki.fo

KÍ hevur í dag latið ein nýggjan nethandil upp fyri fyrstu ferð.

Vit ynskja at tað skal verða møguligt hjá øllum KÍ fjepparum, at ogna sær ymiskar KÍ lutir lætt og einkult. Tískil hava vit gjørt av, at gera ein nethandil til endamálið. Umframt fjepparalutir, verður eisini møguligt at keypa leikarablusur og venjingarklæðir á nethandlinum.

Allir pakkar verða sendir við Posta, og tað er ókeypis um ein keypir fyri yvir 995 kr. Um ein ynskir at heinta pakkan, er tað møguligt í Telebúðini í Klaksvík, eftir at bílegging er framd á nethandlinum.

Leikarablusurnar 2021 koma ikki út fyrr enn í februar 2021, og tí er ikki møguligt at geva eina blusu í jólagávu. Tó hava vit gjørt av, at gera eitt flott gávubræv til eina 2021 KÍ leikarablusu við prent eftir egnum ynski. Hvørt gávubræv verður prentað á tjúkt A4 papír, við einari serligari heilsan frá Mikkjal Thomasen, høvðusvenjara. Ein upplagt KÍ jólagáva.

Nethandilin er ein partur av tí nýggju heimasíðuloysnini, sum vit hava arbeitt við í nærum eitt ár. Tíverri er høvðusheimasíðan ikki klár enn, men tað verður hon til kappingarbyrjan 2021, sigur Rói Clementsen, marknaðarsamskipari hjá KÍ.

Vónandi verður nýggi nethandilin væl móttikin.

Vitja nethandilin á https://handil.ki.fo