Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur leiðari í Eik í Klaksvík

Danial Viðoy

Margareth Djurhuus er nýggjur leiðari í Eik-Banka í Klaksvík. Hon tók við 6. februar og hon gleðir seg til avbjóðingina, tí Klaksvík og Norðoyggjar yvirhøvur eru eitt virkið økið.

Margareth Djurhuus er nýggjur leiðari í Eik-Banka í Klaksvík. Hon tók við 6. februar og hon gleðir seg til avbjóðingina, tí Klaksvík og Norðoyggjar yvirhøvur eru eitt virkið økið.

Tað hendir nógv innan bankaverðina í Føroyum um dagarnar. Deildir lata aftur, nýggjar deildir lata upp og aðrastaðni koma nýggir leiðarar til. Tað nýggjasta innan bankaheimin í Klaksvík, er, at Margareth Djurhuus er nýggjur leiðari á deildini hjá Eik í Klaksvík.

– Tað er eingin ivi um, at hetta er eitt spennandi øki, eg havi tikið upp á meg. Klaksvíkingar og norðoyingar eru eitt virkið fólkaslag. Og vit hava nógv at bjóða norðoyingum, sigur Margareth, sum eisini er greið yvir, at nógv er hent innan bankaverðina farnu tíðina.

– Jú tað er nógv broytt innan føroysku bankaverðina seinnu árini. Men Eik hevur enn nógv at bjóða klaksvíksingum og norðyingum

Millum annað er realkredittlán, sum serliga eru ætlað til bústaðarfígging og har lægsta rentan í løtuni er 2,34%. Tað, sum føroyingar eru mest vanir við, er tað vanliga bankalánið, har rentan í løtuni er 5,25%. – Eik hevur síðani 2005 bjóðað realkredittlán út á føroyska marknaðinum.

– Hetta vælumtókta lánið er heilt víst nakað, vit kunnu bjóða norðoyingum. Tí her eru nógvir pengar at spara hjá kundunum í rentukostnaði.

Áðrenn Margareth Djurhuus varð sett sum leiðari fyri Eik í Klaksvík, sat hon sum leiðari á deildini í Saltangará. Hon hevur arbeitt innan bankaverðina síðani 2000. Margareth er 38 ár og býr í Syðrugøtu saman við manninum Andrew Djurhuus og tveimum børnum.