Nýggur deildarleiðari er settur á maritimu útbúgvingarstøðini Sjónám í Klaksvík.
Brandur í Funningsstovu tekur við starvinum í næstu viku.
Brandur tók skipsføraraprógv frá Marstal Navigationskole í 2010 og bachelor-prógv í stjórnmálafrøði frá Fróðskaparsetri Føroya í 2019. Hann hevur siglt sum stýrimaður í 10 ár – fyri tað mesta í frálandavinnuni.
Deildarleiðarin hevur fyrst og fremst ábyrgdina av skipara- og skipaatstøðaraútbúgvingin og tí martima skeiðsvirkseminum á Sjónámi.


