Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur leikari til KÍ

Jákup Ósá

Miðvallarleikari er á veg til KÍ, váttar høvuðsvenjarin Mikkjal K. Thomassen.

KÍ fær nýggjan leikaran til venjingí komandi viku, og ætlanin er at gera sáttmála við hann, sigurKÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen.

Fyrr í kvøld skrivaðu vit, at KÍ og miðvallarleikarin Evrard Blé vóru farin hvør til sítt. Og nú er greitt, at KÍ færnýggjan miðvallarleikara í næstu viku til venjing. Talan er ummiðvallarleikaran Sani Tahir. Sani er 22 ára gamal og er úrNigeria. Hann hevur seinasta árið spælt við Brønshøj ínæstbestu donsku deildini. Har spældi hann við í 18 dystum, harhann byrjaði inni í 17 av teimum.

– Sani er ein leikari, sum spælir ásentrala miðvøllinum, og sum eg havi fylt í eina tíð. Tað erein leikari við ymiskum verjukendum dygdum, sigur Mikkjal K.Thomassen um nýggja leikaran í stuttari viðmerking við Norðlýsið.

Leikarin verður til venjing hjá KÍmánakvøldið. Ætlanin hjá KÍ er síðani at gera sáttmála viðleikaran.