Er hann nevndur er hann kendur.
Mest skorandi leikarin á føroyska A-landsliðnum sat undir liðuni á KÍ høvuðsvenjaranum Mikkjal K. Thomassen í dag.
Rógvi Jacobsen, sum nógv kanska kenna best sum leikarin, ið hevur skorað flest mál á A-landsliðnum, hevur í fleiri vikur verið partur av venjaratoyminum hjá KÍ við at hava havt álopsvenjing minst einaferð um vikuna. Í dag, tá KÍ og Skála møttust, var vanligi hjálparvenjarin, Agnar Frederiksen, burturstaddur í venjara-útbúgvingarørindum. Og tí vóru boð eftir Rógva, sum sat undir liðuni á høvuðsvenjaranum í dag saman við Atla Danielsen, sum ikki kundi spæla vegna skaða. Í síni tíð spældu hesir tríggir fleiri A-landsdystir saman, so teirra samstarv er ikki heilt ókent.




