Í farnu viku boðaðu vit frá, at ein nýggjur journalistur skuldi byrja á Norðlýsinum, og at navnið á honum fór at verða almannakunngjørt í dag.
Í farnu viku boðaðu vit frá, at ein nýggjur journalistur skuldi byrja á Norðlýsinum, og at navnið á honum fór at verða almannakunngjørt í dag.
Og í morgun møtti Helgi Abrahamsen á nýggja arbeiðsplássinum.
Helgi er ættaður úr Fuglafirði og býr á Strondum. Hann hevur journalistiska útbúgving og hevur eisini arbeitt nakað í fjølmiðlum. Tó er hann mest kendur frá politiska umhvørvinum, har hann bæði hevur verið floksskrivari og tingmaður.
Fyrsta dagin á nýggja arbeiðsplássinum var natúrligt at fara ein túr, saman við blaðstjóranum, at vitja arbeiðspláss í Klaksvík.




