22 ára gamli málverjin verður partur av KÍ hópinum í 2016.
22 ára gamli málverjin verður partur av KÍ hópinum í 2016.
KÍ og Kristian Joensen undirskrivaðu sáttmála í kvøld sum ger, at 22 ára gamli málverjin verður partur av KÍ hópinum í 2016.
Kristian Joensen hevur, hóast sín unga aldur, roynt eitt sindur av hvørjum. Hann er uppvaksin í NSÍ og hevur spælt við besta liðnum hjá NSÍ, B68 og 07Vestur. Tilsamans hevur hann spælt 80 dystir í bestu deildini í Føroyum. Kristian hevur verið partur av U17, U19 og U21 landsliðnum umframt at hann fyri nøkrum árum síðani var úttikin til fleiri dystir hjá A-landsliðnum. Hann var eisini eina stutta tíð í Lyngby í Danmark, har hann spældi tríggjar steypadystir og ein landskappingardyst.
Sáttmálin millum KÍ og Kristian Joensen er galdandi fyri 2016.




