Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur Maritimur leiðari á P/F Smyril Line

Oliver Joensen

Rúni hjá Sámal Jákup nýggjur maritimur leiðari á P/F Smyril Line.

Rúni Olsen, 42 ár, hevur tikið við starvinum sum Maritimur leiðari á P/F Smyril Line, har hann hevur ábyrgdina av rakstrinum av M/F Norrönu, sum nú siglir á rutuni millum Danmark, Føroyar og Ísland. Rúni Olsen hevur, áðrenn hann kom til P/F Smyril Line, starvast hjá reiðarínum J. Lauritzen A/S sum Nautiskur KT leiðari.

Rúni Olsen er føddur og uppvaksin í Klaksvík og er útbúgvin skipsførari frá Tórshavnar Sjómansskúla í 1995. Hann hevur áður siglt sum m.a. navigatørur í Western Geophysical, Mercandia og Lauritzen Kosan. Í 2001 starvaðist hann sum rutuvegleiðari á Danmarks Meteorologiske Institut DMI. Meðan hann var í starvi hjá DMI tók hann samstundis læraraútbúgving í læraraskúlanum, Skovlunde dag og aften seminar, áðrenn hann í 2006 bleiv settur í starv sum Nautiskur KT leiðari í reiðarínum J. Lauritzen A/S.