Umsóknarfreistin til starvið sum mentamálaleiðari í Tórshavnar kommunu er nú fríggjadagin 9. januar 2015. Deildarleiðarastarvið er fjølbroytt og avbjóðandi. Leiðarin hevur ábyrgd av fólkaskúlaøkinum, mentamálaøkinum, frítíð og ítrótt, sum íalt hava eina rakstrarjáttan upp á uml. 80 mió. kr.

Mentamálaøkið í sínum breiða týdningi hevur vanliga stórt politiskt fokus, og sum høvuðsstaður skal kommunan ganga á odda eisini á tí mentamálapolitiska pallinum.
Stór útbygging er farin fram á økinum síðstu árini, og fleiri størri útbyggingar verða ætlandi komandi árini bæði á skúlaøkinum, mentanarøkinum og ítróttaøkinum.
Mentamálaleiðarin skal m.a. tryggja, at skipanir, tilboð og karmar støðugt verða ment, at sett verða mál fyri samlaða virkisøkið eisini í mun til leiðslu- og fakliga menning, at taka leiðandi leiklut í sambandi við byggiverkætlanir og menningartilgongdir annars og at fíggjarstýra og fremja úrslit.
Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni, ella tilsamans hava sambærligt útbúgvingarstig og royndir, og viðkomandi leiðslu- og fyrisitingarligar royndir. Harumframt duga at samskifta í talu og á skrift á føroyskum, norðurlendskum og enskum.
Starvstorgið á torshavn.fo hevur fleiri upplýsingar um starvið.