Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur Pison til Klaksvíkar

John William Joensen

Sp/f Froya úr Klaksvík hevur keypt línuskip \”Hoyvíkingur\” sum sambært teyggjan.fo hevur fingið navnið Pison.

Sp/f Froya úr Klaksvík hevur keypt línuskip “Hoyvíkingur” sum sambært teyggjan.fo hevur fingið navnið Pison.

Gamli Hoyvíkingur er bygdur á Brattvåg í Norra til Jóhann í Hoyvík og hann átti hann til sandingar keyptu hann miðskeiðis í 80-unum. Síðani hevur hann verið heimahoyrandi á Tvøroyri.

Nýggir eigarar eru Petur Gilbert Gullaksen, Hans Jacob Vitalis og Símun Michael Zachariasen.

Um Pison:

Skrásett fyrstu ferð 19-12-1960

Byggitilfar Stál

Bruttotons 238,00

Nettotons 71,00

Bruttoregistartons Einki ásett

Nettoregistartons Einki ásett

Longd 30,410 metrar

Breidd 6,700 metrar

Dýpd 5,950 metrar

Longd yviralt (LOA) 32,660 metrar

Motorslag Scania

Motortypur DI1643M01P

Motororka 377,00 KW